moving minds map

Hiut med kreativiteten på færøsk

Vi har efterhånden lavet en del kurser på Færøerne, hvilket blandt andet har først til at denne artikel er blevet oversat til færøsk.


Ein samandráttur av greinini hjá Bo Krüger, stjóra á Moving Minds, desembur 2005 - 'Hit med kreativiteten - Musik en kilde til kreativitet'.

Jazz is the sonic dance between chaos and order expressing and inspiring the essence of creativity - Michael Gelb.

Hvussu ávirkar tónleikur okkum?
Don Campbell, sum hevur skrivað bókina 'The Mozart Effect' ger upp í bókini, við útgangsstøði í gransking og 'cases', hvussu fjølbroytta ávirkan, tónleikur hevur.

Tónleikur kann:

  • vaksa um kreativitetin
  • menna minnið og innlæring
  • minka um óhugnalig ljóð og kenslur
  • seta heilabylgjuferðina niður
  • ávirka andadráttin
  • ávirka hjartaslátt, puls, blóðtrýst og kropshita
  • minka um vøddaspenningar og bøta um rørslur og vøddasamspæl - koordinatión
  • hækka støðið á tí 'natúrliga' morfininum kroppurin hevur, nevniliga endofin
  • stýra teim hormonum, ið hava við strongd at gera
  • styrkja immunverjuna
  • broyta tíðar- og rúmfatanina
  • menna ástarkensluna - romantikkin - og seksualitetin
  • bøta um sodningina
  • vaksa um úthaldnið
  • geva eina kenslu av tryggleika og vælveru
  • bøta um ótilvitaðu evni okkara at fata tekn og symbolir
  • fáa okkum at gera meira - vaksa um produktivitetin


Hvussu kann tónleikur økja um kreativitetin?
Nýggjasta heilagranskingin sigur okkum, at heilin hevur fýra ymisk støði, tá tað snýr seg um ravmagnsstreymar, eisini kallað heilabylgjur. Ymisku støðini ávirka okkara hugsunarhátt. Jú seinni byljurnar eru, jú meira hvíld, nøgd og friðsæl kenna vit okkum.

Beta-bylgjur eru til staðar, tá vit eru vakin, tá vit eru til reiðar og hugsa greitt, logiskt og samanhangandi í samband við serstakar loysnir á onkrum. Somu bylgjur eru eisini, tá vit eru óð, strongd og uppkoyrd av umhvørvinum. Beta-bylgjurnar liggja millum 14 og 20 hertz.

Alfa-bylgjur eru har, tá vit hvíla - eru avslappað. Á hesum bylgjustøði eru vit meira vakin og tilvitað. Vit hugsa nógv, dagdroyma og gera okkum ymsar hugamyndir. Alfa-bylgjurnar liggja ímillum 8 og 13 herts.

Thetra-bylgjur hava við tað ótilvitaða at gera. Tær eru tilstaðar tá vit sova, í dreymum og tá vit droyma okkum burtur - meditera. Nógv halda, at vit hugsa mest skapandi, tá vit eru á thetra-bylgju støði., sum liggur millum 4 og 7 herts.

Delta-bylgjur eru tilstaðar, tá vit liggja í fasta svøvni, djúpari meditatión og tá vit eru uttan vit. Tað eru tey ið halda, at vit tá eru í samband við tey alradjúpastu løgini í okkum sjálvum. Delta-bylgjurnar liggja millum 3 og 5 herts.

Tónleikur, sum hevur ein puls uppá umleið 60 sløg um min. - hvílipulsur hjá okkum menniskjum - td. baroktónleikur, new Age og ambientur tónleikur - kann flyta tilvitanina frá beta- til alfa-bylgjustøði og við tí fáa okkum meira vakin og fáa okkum at kenna okkum betur sum heild. Shamanistiskt trummuspæl kann flyta okkum á thetra-bylgjustøði og vaksa um mentala opinleikan og stundum geva okkum eina kenslu av at vera í øðrum heimi, í øðrum dimensiónum.

Tað er ikki líkamikið, hvat slag av tónleiki vit velja til ymisk endamál. Taktslagið, slagið av tónleiki, stoystøðið og okkara egni tónleikaáhugi hevur stóra ávirkan á, hvussu tónleikurin ávirkar okkum. Dee Coulter, leiðari á Cognitive Studies of Naropa Institute í Boulder:

  • tekur jazz framm um annan tónleik, tá arbeitt verður við uppgávum, sum ikki kunnu loysast við einfaldum loysnum, men krevur meiri kreativar loysnir. Jazz flytur seg inn í ruðuleika , fyri síðan at rudda upp í tí. Hetta er væl í tráð við ta kreativu arbeiðsgongdina.
  • meinar, at tónleikur hjá Miles Davis, John Coltrane og avantgarde komponistinum John Cage kann lyfta lurtaran á thetra-bylgju støði.
  • metir harafturímóti, at rokkur, rapp og annar tónleikur, sum tekur støði í slagnum - beatinum - gevur eina djúpa tíðarkenslu, sum er løtt at kenna
  • metir, at new Age og ambientur tónleikur gevur eina kenslu av rúmi. Hesin tónleikur kann hjálpa fólki, sum liva eitt vælskipað mentalt lív, at sleppa tí eina løtu og lata tankarnar flóta frítt.
  • meinar, at nógv av løgunum hjá Mozart harafturímóti stimbra beta-bylgjunum, sum eru góðar, tá hugsast skal logiskt, og tá vit skulu skipa okkara tankar.

Hvussu kunnu vit gera nýtslu av tónleikinum?
Don Campbell, sum eisini er ein royndur tónleikaterapeutur, leggur dent á ikki at nýta tónleik ov nógv í samband við heilavirksemi. Hann heldur, at tónleikurin kann gerast vanabundin og tí missa sína megi í terapeutiskum samanhangi, um hann verður brúktur ov nógv. Tí mælir hann til sum eina gylta reglu ikki at spæla tónleik meira enn 20 min. av hvørjum tíma. Antin skal tónleikurin spælast samanhangandi ella í pettum ígjøgnum tíman. Tónleikurin skal antin nýtast sum bakgrundartónleikur, ella við at gera sokallað 'soundbreaks', har lurtarin í eitt stytri tíðarskeið bert lurtar eftir tónleiki.

Av tí, at tað er eitt sindur ymiskt hvussu tónleikur ávirkar fólk mentalt, er rætt at royna ymsar samansetingar av báðum møguleikum.

Moving Minds nýtir tónleikin m.a. :

  • tá steðgur er á skeiðum, fundum og á framløgufundum - konferensum
  • vinarligan og lættan vælkomutónleik, tá fólk koma á og fara av einum skeiði ella einum framløgufundi
  • sum bakgrundartónleik - ljóðtapet - á skrivstovuni
  • sum bakgrundartónleik, skorin til ta myndina, ein fegin vil vísa av sær sjálvum, tá kundar og samstarvsfelagar eru á vitjan
  • sum kveikjandi- og hugasambandstilfar - inspiratións- og associatiónstilfar - í samband við hugskotsmenning og fundir
  • til at skapa rætta hugnan eftir lokið skeiðsarbeiði, og eitt glas skal drekkast á eini hugnaløtu.


Eitt tónleikaligt - musikalskt - yvirlit:
Røðin niðanfyri er ein heildarmeting og tí bert vegleiðandi. Serliga tí, at hvør tónleikagrein er so fjølbroytt og skiftandi í tempo, stíli og pulsi.

Gregorianskur sangur nýtir rytmuna frá vanligum andadrátti til at skapa eina kenslu av eini hvílandi rúmdarkenslu. Hesin er tí vælegnaður til stillan lesnað og meditatión og kann eisini minka um strongd.

Seinur barokktónleikur (Bach, Händel, Vivaldi, Corelli) gevur eina kenslu av støðufesti, ordan, framskygni og tryggleika og skapar eitt mentalt kveikjandi umhvørvi fyri lesnað og arbeiði.
Klassiskur tónleikur (Haydn og Mozart) rúmar klárleika, smidligheit og gjøgnumskygni. Hesin tónleikur bøtir um bindindi, minni og rúmligu kensluna.

Romantiskur tónleikur (Schubert, Shumann, Tchaikovsky, Chopin og Liszt) leggur dent á úttrykk og kenslur. Hetta fær ein at kenna egnu virðir - individualismu - kenslu av tjóðskapi ella kenslu av tí fjalda - mysticismu. Hesin tónleikur er egnaður til at stimbra viðhald - sympati, viðkenslu og kærleika.

Impressionistiskur tónleikur ((Debussy, Fauré og Ravel) er bygdur á frítt rennandi tónleikakenslur og inntrykk og gevur einum dreymamyndir. Dagdreymar í tónleikahøpi í 15 min., við vøddastrekkjan í 5 min. aftaná, kann leysgeva tínar kreativu renslur - impulsir - og seta teg í samband við tað ótilvitaða.

Jazz, blues, dixieland, soul, calypso, reggae og annar tónleikur, sum stavar frá tí afrikanska tónleikaarvinum, fær teg í gott lag og kann kveikja, leysgeva djúpa gleði og sorg og fremja lætta lindið - humor - og ironi.

Salsa, rhumba, macarena og aðrir tónleikahættir úr Suðuramerika hava eina lívliga rytmu og beat. Hetta kann fáa hjarta at banka, økja um andadráttarferðina og fáa allan kroppin til at flyta seg. Samba hevur harumframt evnini at linna og vekja samstundis.

Big Band, poppur, dansitónleikur og country kann geva kenslu av - inspirera - løttum rørslum og vælveru.

Rokktónleikur av tónleikarum sum Elvis Presley, The Rolling Stones ella Michael Jackson kann rúnarbinda ein - skapa passión -, seta ferð á rørslur, leysgeva spenningar, krógva pínu og minka um megina hjá øðrum høgum óhugnaligum ljóðum í umhvørvinum. Hinvegin kann hesin tónleikur eisini geva spenningar, strongd og kropspínu, um vit ikki eru uppløgd til slíkan orkufyltan tónleik.

Ambientur tónleikur ella new age uttan stýrandi - dominerandi - rytmu víðkar okkara kenslu av tíð og rúmi og hetta kann menna bindindi í hvílu.

Heavy metal, punk, rap, dance, hip-hop og grunge kann stimbra nervaskipanina, geva dynamiska meðferð og opinleika.

Religiøsur tónleikur, íroknað shamanistiskt trummuspæl, gospel og spirituals kann fanga okkum, sum vit standa, og fáa okkum at kenna djúpan frið og spirutuella kenslu. Slíkur tónleikur kann eisini hjálpa okkum at leysgeva pínu.

Tórshavn, hin 15. des. 2005
Òlavur Højgaard , talu og hoyrilærari

print